Album Cover Tidin Rennur

Tidin Rennur

Sissel

6

1. Tidin rennur sum streymur í á,

titt munu bylgjurnar falla:

lítlum báti rekist eg á,

áraleysur at kalla.

2. Og hvør ein løta og hvør ein stund

at stóra fossinum dregur:

treigist mitt hjarta, tyngist min lund,

hvar er úr neydini vegur?

3. Hvør hevur vinur vilja og mátt

at bjarga mær til landa?

Allir eru á likan hátt

staddir sum eg í vanda.

4. Ein hevur vinur vilja og mátt

at bjarga mær frá grandi;

Jesus kann føra in lítla bát

trygt at himla-sandi.

5. Tidin rennur sum streymur í á,

fram i harrans navni!

Litlum báti eri eg á,

himla-strond fyri stavni